Dýrir skeljafiskarar

Roknast kann við, at brekið á Shefa-kaðalinum kostar Før­oya Tele einar tvær milliónir kr­ónur

Mest sannlíkt er slitið íkomið av skel­j­a­fiskarum, sum dreggja sunn­an fyri Orkney­oyggj­­ar­­nar.

Brekið á Shefa-kaðalinum er bert eitt av fleiri, sum eru hend í økinum sunnan fyri Orkn­ey, og talan er um trup­ul­leika, sum tey á Føroya Tele í fleiri ár hava arbeitt við at loysa.
Shefa-kaðalin gongur nevn­liga ígjøgnum eitt øki, har skelj­a­fisk­ar­ar veiða um hesa árs­tíðina, og javnan eru slit íkomin, tá dreggjað er eftir skelj­um.

- Nú er hetta slitið somikið nýtt, og tí kann eg ikki her og nú stað­festa, at talan er um slit av hesum ávum, men tað er rætt, at hetta ofta hevur verið at­vold­in, sigur Páll Vest­ur­bú, stjóri á FT Net.

Talan er um stóra út­reiðslu, hvørja ferð slit er á kað­al­i­num. Kostnaðurin fyri at um­væla slík slit liggur um einar tvær milliónir hvørja ferð, og tí hevur Føroya Tele lagt nógv fyri í royndunum at tryggja kaðalin.

– Vit hava eitt gott sam­skifti við myndugleikar í Orkn­ey, men talan er eisini um skip aðrastaðni úr Bret­landi, og hesi eru ikki eins væl vitandi um vandan, sum lokalu skeljafiskararnir eru. Hartil arbeiða vit eisini við at tryggja kaðalin betur.

Eitt nú við at leggja grót oman á kað­al­in, har hann liggur eftir hav­botn­inum. Talan kann eis­ini verða um at leggja sjálv­an kaðalin øðrvísi, men hetta er ikki nakað løtuverk, sig­ur Páll Vesturbú.