Í 1770 vóru fleiri halgidagar avtiknir 27. mars í 1686 staðfesti Kristian 5. danakongur (1646-1699) Dýra Biðidag við kongiligari lóg. Dagurin skuldi verða ein ?Serligur bønardagur fyri alt tað danska ríkið?. Nógvir halgidagar vóru í danska ríkinum í gomlum døgum, men í 1770 tók Kristian 7. (1766-1808) táverandi danakongur, langabbasonur Kristian 5. fleiri halgidagar av við lóg. Millum dagarnir, sum vórðu tiknir av sum halgidagar vóru 3. jóladagur, Trettandi, Kyndilsmessa, Mortansmessa og Mikkjalsmessa. Kongur og embætismenn hansara meintu, at hesir dagarnir skuldu í staðin nýtast til ?arbeiðið og nyttugar gerningar!?.