Tað er ein stór ábyrgd at verja og varðveita tað fyrsta føroyska flaggið.
Tað staðfesti Andras Mortensen, landsantikvarur á hátíðarløtu í Fámjin mikudagin, har Tryggingarfelagið Føroyar, handaði fámjingingum eitt eldfast og tjóvarítrygt glasskáp, sum Merkið skal varðveitast í.
Hann sigur, at hesa ábyrgdina hevur Kirkjuráðið í Fámjin, men í veruleikanum hvílur hon á okkum øllum, legði hann afturat.
Í fagnaðarrøðu síni nam hann eitt sindur við varðveitingarsøguna hjá heum fyrsta, føroyska flagginum
Flaggið, sum hongur í kirkjun í Fámjin, er fyrsta Merkið í vanligari stødd, sum er gjørt, og tað er seymað á Nordisk Flag og Fanefabrik í 1919 eftir umbøn frá fámjinginum, Jens Oliver Lisberg.
- Tá Jens Oliver fór heim tað árið, hevði hann tað við, og fyrstu ferð Merkið varð vundið á stong í Føroyum, var í Fámjin tann 22. juni 1919.
Landsantikvarurin segði, at tá ið Jens Oliver fór niður aftur, var flaggið verandi eftir heima hjá familjuni og brúkt sum tjóðflagg líka til 16. juli 1952, tá familjan bað um loyvi at hanga tað upp her í kirkjuni.
Tað varð sjálvandi játtað.
Mátti umvælast
Men áðrenn tað kundi fremjast í verki, mátti tað umvælast, tí tað var væl slitið eftir 33 ára brúk. Systirdóttir Jens Oliver, Hansy Højgaard, sum vit eisini kenna sum tann, ið formgav ta føroysku studentahúgvuna, fekk til uppgávu at taka upp samband konserveringsverkstaðið hjá danska tjóðsavninum og fekk tað niður hagar at umvæla. Landsantikvarurin segði, at vítt tey duga at síggja, ar hetta í 1954.
Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn kom eisini upp í leikin, og tað fekk listamannin, Janus Kamban, at gera eina rammu at montera tað í, og á sumri í 1955 kom tað so upp at hanga í kirkjuni á suðurvegginum.
Í fyrstuni hevði Føroya Fornminnissavn sum so einki við henda tjóðgrip at gera – hann var eitt mál, sum kirkjuráðið tók sær av.
- Men í 1988 komu so boð eftir okkum, tí tá vórðu vit uppringd av formanninum í tí Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, tí av mongum kenda Karl Nolsøe, sum hevði frætt frá einum skyldmanni, at Merkið í Fámjins kirkju ikki hevði tað so gott og var við at forfarast.
Hann kendi tað sum sína skyldu at boða frá, tí flaggið varð fyrstu ferð borið fram av Studentafelagnum, og tey kendu tað sum eina nátúrliga skyldu at gera vart við spurninginum, um flaggið skuldi verða tryggjað fyri framtíðina.
Sporini skuldu síggjast
Fornminnissavnið fór beinanvegin at kanna málið og setti seg í samband við sóknarprest og kirkjuráðið um spurningin.
Tað vildi soleiðis til, at mann júst var í ferð við at gera kirkjuna ístand innan, og í tí sambandi skuldi flaggið eisini takast niður.
Tann 2. november 1988 vóru fólk av savninum so suðuri í Fámjin saman við Eivindi Vilhelm bispi, sum eisini hevði onnur ørindi, og tóku flaggið niður.
- Bispur helt tá, at tað var eins gott, at vit tóku tað norður til Havnar, nú vit skuldu taka okkum av konserveringsspurninginum kortini.
Og so varð gjørt. Men í heilt góða jørð fall tað ikki hjá fámjiningum, tí teir bóru ótta fyri, at fór tað til Havnar, kom tað ikki aftur.
- Men soleiðis gekk tað sjálvandi ikki, tí tað var hvørki avtalað ella ætlanin.
Andras Mortensen fortaldi, at flaggið fór til Havnar og varð fyribils lagt á goymslu hjá Føroya Fornminnissavni, meðan kannað var, hvat gerast skuldi.
- Og um várið 1989 fingu vit ein danskan tekstilkonservator upp at umvæla tað, og kirkjuráðið játtaði at gjalda fyri umvælingina.
Hann segði, at flaggið varð umvælt varisliga.
- Men í konserveringstilgongdini varð dentur lagdur á, at tað ikki skuldi restaurerast ella afturførast, um tað varð gjørligt, tí hildið varð, at tað hevði bæði søguligan og varðveitingarsøguligan týdning at síggja, hvussu brúk og tíð høvdu sett síni spor, at varðveita ta slitnu útsjóndina frá brúki í mong ár.
Silkikrepelin varð litað í hóskandi nuansum og lepar av tí litaða klæðinum varð lagt undir holini í flaggdúkinum og seymaðir fastir fram við kantinum við klønum silkitráði. Eitt nýtt bakgrundsklæði varð sett á tann upprunaligu bakplátuna, sum ventilatiónshol vórðu borað í í erva og neðra.
Konservatorurin mælti til, at dentur varð lagdur á at verja flaggið fyri beinleiðis sólarljósi og at luftin í rúminum var støðugt, soleiðis at tann relativa luftvætan lá ímillum 55 og 65 %.
Hava fylgt við
Tilmælini frá konservatorinum vórðu fylgd, og tann 22. juni 1989, 70 ár eftir, at tað á fyrsta sinni varð sýnt fram fyri bygdarfólkinum, hekk tað aftur í kirkjuni.
- Fyri varðveitsluna var tað hildið at vera best ráðiligt, at ramman við flagginum varð flutt á vesturveggin móti forkirkjuni, har veðrið úti ikki ávirkaði inniluftina so nógv. Somuleiðis varð filtur sett á rútin fyri at verja móti niðurbrótandi ljósstrálum. Hetta filtur var eisini ein eyka trygd um glasið brotnaði, so splintur ikki komu at flaggdúkinum.
- Síðan tað varð hongt upp aftur, hevur Føroya Fornminnissavn fylgt við, hvussu flaggið í Fámjin hevði tað.
- Og tað sær út til, at broytingarnar í uppheingingini hava havt gagnlig árin. Í hvussu so er, tykist varðveitingarstøðan eftir umstøðunum at vera rímiliga støðug og í lagi.
Men hann fegnaðist um, at Tryggingarfelagið Føroyar nú verið so beinasamt at taka stig til, at hesin tjóðskaparligi dýrgripur føroyinga verður enn betri vardur.