Danmark vísti sera gott spæl ímóti Serbia í gjárkvøldið, tá teir vunnu 28-23 á Serbia í EM-bólki B. Støðan í hálvleikinum var 15-9 til Danmark. Danmark vinnur seg sostatt víðari til millumspælið, og fær minst tvey stig í millumspælinum.
Allar 60 minuttirnar vóru danskarar betri, men ímóti dystarenda sleptu teir takinum nakað, so Serbia slapp at pynta nakað um úrslitið. Men størsta partin av dystinum vísti Danmark spæl, sum gevur vónir um, at teir kunnu røkka einari hálvfinalu.
Eggert bestur
Anders Eggert var valdur til vinstra vong fram um garvaði veteranin, Lars Christiansen, og Anders Eggert takkaði fyri álitið við at skjóta heili 10 mál. Vongurin hjá Flensburg var sera frekur í sínum offensiva spæli, og setti hann nøkur vøkur mál inn, bæði við lobbum og skrúvubóltum.
Serbia royndi seg við trimum ymiskum málverjum, fyri at royna at byrja fyri, men líka lítið hjálpti hjá teimum, Danmark var væl og virðiliga omaná.
Ísland snávaði
Enn eina ferð mistu íslendingar á stokkinum, tá teir ímóti eysturríksku vertunum mistu eina leiðslu, sum í løtum var fimm mál. Tá bara 46 sekund vóru eftir, var Ísland á odda 37-34, men Eysturríki fekk trý mál á rað hesa lítlu løtuna, og so hevði Ísland enn eina ferð søplað sigurin burtur – akkurát sum í fyrsta dystinum ímóti Serbia.
Danmark og Ísland spæla leygarkvøldið klokkan 19.15, og liggur trýstið veruliga á Ìslandi áðrenn dystin. Liðini spæla ofta javnt, og sjáldan er meir enn eitt mál á muni, men hesa ferð er íslendska kravið ein sigur.
HS









