Og kemur til Føroya í oktober at spæla landsdyst ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum.
Fóbtólsspælarin Cristiano Ronaldo úr Portugal, sum spælir fyri Real Madrid í Spania, er dýrasti fótbóltsspælari í Evropa.
Tað vísir eitt yvirlit, sum International Centre for Sports Studies í Sveis (CIES), hevur gjørt.
Har hava tey hugt eftir faktorum sum aldri, menning seinasta hálva árið og kontraktupphæddum. Fleiri ung tallent eru, ið sum fyrstu ferð skulu spæla í endaspæli til EM, eru komin á topp 10 listan við astronomiskum upphæddum.
Listin yvir 10 teir mest verdu fótbóltsspælararnar er her:
1. Cristiano Ronaldo, Portugal og Real Madrid – 1.02 mia. krónur
2. Antoine Griezmann, Frankaríki og Atlético Madrid – 895 mió. krónur
3. Harry Kane, Ongland og Tottenham – 840 mió. krónur
4. Anthony Martial, Frankrig og Manchester United – 835 mió. krónur
5. Paul Pogba, Frankaríki og Juventus – 675 mió. krónur
6. Gareth Bale, Wales og Real Madrid – 603 mió. krónur
7. Eden Hazard, Belgia og Chelsea – 585 mió. krónur
8. Delle Ali, Ongland og Tottenham – 560 mió. krónur
9. Thomas Müller, Týskland og Bayern München – 548 mió. krónur
10. Raheem Sterling, Ongland og Manchester City – 543 mió. krónur
International Centre for Sports Studies (CIES) hevur eisini gjørt eitt yvirlit yvir dýrastu spælarar á einstøkum plássum, sum við einum undantaki eru sett við spælarum, sum eru úttiknir til EM-endaspælið.
Málmaður: Thibaut Courtois –360 mió. krónur
Miðverji: David Alaba – 360 mió. krónur
Bakkur: Hector Bellarín – 415 mió. krónur
Miðvøllur: Paul Pogba (675 mió. krónur)
Miðvøllur álop: Eden Hazard (585 mió. krónur)
Álop: Lionel Messi (1,5 mia. krónur)
Lionel Messi er tann einasti, sum ikki er við í EM-samanhangi. Men hann er hinvegin helvtina dýrari, enn nógv tann dýrasti evropiski leikarin, Cristiano Ronaldo – 1,5 milliardir krónur.