Dýrasta hús í USA sett til sølu

Ein ordans luksusvilla í Bel Air økinum í Los Angeles í USA er sett til sølu fyri umleið 1,7 milliard krónur. Hetta er dýrasta hús, sum nakrantíð er sett til sølu í USA.

Húsið liggur á einum av bestu økjunum í Bel Air við framúr útsýni yvir Hollywood, Los Angeles og Malibu.

Eigarin av húsinum ríkmaðurin Bruce Makowsky, og hann letur eisini ymiskar ognir ganga við í handilin. Eitt nú hevur hann eitt savn á bilum, sum verður mett at hava virði á 200 milliónir krónur. Og so fylgir ein tyrla eisini við keypinum.

Sjey fólk hava higartil starvast í húsinum, og tey eru til reiðar at tæna eigaranum 24 tímar um døgnið.