Dýrast í Noregi, Danmark og Sveis

Í fjør vóru Danmark, Noreg og Sveis tey dýrastu londini í Evropa at búgva í, og samanborið við tey 27 londini í ES var príslegan í teimum trimum londunum millum 40 og 50 prosent hægri. Tað vísir ein kanning hjá Eurostat.

Tey bíligastu evropeisku londini at liva í vóru Makedonia, Albania og Bulgaria. Har var príslegan næstan 50 prosent lægri enn meðalpríslegan í ES-londunum.

Føroyar eru ikki við í kanningini, men í fjør var Ísland tað 10. dýrasta landið í Evropa at búgva í.

Kanningin hjá Eurostat umfatar 17 ymiskar prísbólkar. Kanningin vísir, at Noreg var tað dýrasta landið í 12 bólkum og næstdýrasta landið í hinum fimm.