Dýrari hjá børnum at ganga í musikkskúla

Landið vil ikki rinda sín part, sigur býráðslimur í Havn, so antin mugu børnini rinda meiri, ella má undirvísingin skerjast

Nú fer tað at verða dýrari hjá børnum og ungum at ganga í musikkskúla í Havn. Tað hevur býráðið samtykt.

 

Sum er kostar tað 2000 krónur hjá einum barni at ganga í musikkskúla í Havn, men tað dýrkar nú upp í 2250 krónur.

 

Kostnaðurin fyri barna- og ungdómskór er 500 krónur og tað gjaldið hækkar nú upp í 1000 krónur men gjaldið fyri spælistovu og undanskeið til miðnám hækka eisini nakrar hundrað krónur. Og tilsamans fara allar hesar hækkingarnar at geva musikkskúlanum 160.000 krónur meiri í inntøku.

 

Býráðslimir ásanna, at tað er við ringum tannabiti, at gjøldini verða hækkað, men teir síggja sær ongan annan útveg. Teir siga, at støðan er nevniliga tann, at landsmyndugleikin vil ikki lata Musikkskúlanum tann stuðul, hann eigur, og tí eru tvinnir kostir í at velja, antin at hækka gjøldini ella at skerja undirvísingina. Og at skerja undirvísingina vildu býráðslimir ikki og tí má kommunan taka um endan, sum býráðslimir málbóru seg.

 

Ført varð eisini fram, at musikkskúlin gevur hall og hóast sparingar eru settar í verk, hevur ikki borið til at fáa raksturin at bera seg. Eitt nú er hálvtannað starv spart burtur og játtanin til at umvæla ljóðføri, er skerd. Samstundis eru gjøldini ikki broytt í fleiri ár. Og samanumtikið gjørdi býráðið sostatt av at hækka gjøldini.