Løgtingið hevur akkurát nú samtykt, at frá á nýggjárinum, hækkar gjaldið til Heilsutrygd, samstundis sum um at heilivágurin verður dýrari.
Lógin um Heilsutrygd er tvey ár og samgongan heldur nú, at tað er neyðugt at dagføra hana, so at hon verður meiri tíðarhóskandi, sum samgongan tekur til.
Eitt nú er gjaldið til Heilsutrygd ikki prístalsviðgjørt síðani lógin fekk gildi, hóast útreiðslurnar til almenna læknahjálp og heilivág eru hækkaðar.
- Tí hevur meirilutin í Løgtinginum nú samtykt er gjaldið til heilsutrygd hækkar 20 krónur um mánaðin.
Hetta merkir, at mánaðargjaldið hækkar úr 245 krónum up í 265 krónur.
Harumframt verður markið fyri egingjaldi til heilivág hækkað 100 krónur um árið
Egingjaldsárið fyri børn og ung hækkar sostatt úr 1.195 krónum, upp í 1.295 krónur um árið og tað hækkar úr 1.600 krónum, upp í 1.700 krónur fyri tey, ið eru millum 18 ár og 67 ár.
Samstundis verða tilskotsprosentini lækkað 10-15%.