Dýrari grundøki

Sandavágur: Á seinasta fundi í bygdaráðnum í Vága kommunu var eitt mál um prísin fyri grundøkini til viðgerðar.

Her hevði borgarstjórin, Albert Ellefsen skotið upp at hækka prísin á nýggjum grundøkjum.

Frammanundan var málið viðgjørt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini, sum mælti til at hækka prísin upp í 200 krónur fyri fermeturin.

Hetta varð eisini samtykt av bygdaráðnum. Semja var haraftrat um, at íbindingargjaldið fyri privat grundøki nú er 20.000 krónur.

snorri@sosialurin.fo