Dýrari fiskasløg lyfta undir veiðivirði

Partrolararnir fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði, og onkur djúpvatnstrolari fiskar svartkalva.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur.

 

- Eitt partrolarapar landar í dag, og nøkur pør koma inn at landa seinni í vikuni. Partrolararnir fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

 

Nakrir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, men ivasamt er, um nakar av teimum kemur inn at landa hesa vikuna. Tað eru eisini nakrir djúpvatnstrolarar, sum fiska svartkalva og frysta veiðina umborð.

 

Tá upsaveiðan ikki roynist, og partrolarar og djúpvatnstrolarar partvís fiska onnur fiskasløg, lyftir hetta undir veiðivirðið og inntøkuna.

 

Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, lógu allir trolbátarnir við bryggju og bíðaðu eftir betri veðri.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og helst koma bæði skipini inn at landa seinni í hesi vikuni. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur, verður lagt aftrat.