Dýrari at keypa hús í Fugloy enn í Klaksvík

Fyrsta ársfjórðing í ár var tað næstan 300.000 krónur dýrari at ogna sær eini hús í eitt nú Fugloy, enn í eitt nú Kollafirði. Talið á bústaðahandlum fyrsta ársfjórðing bendir á at marknaðurin er komin undan tí ringasta. Tó eru onkrar forskjótingar í bústaðamarknaðinum.

Samanborið við 4.ársfjórðing í 2009 vaks meðalprísurin á bústøðum í Tórshavn og í smærru bygdunum í Føroyum við 15 prosentum. Men samstundis fall meðalprísurin á húsum í teimum størru bygdunum í Føroyum, eitt nú Klaksvík, Tvøroyri, Kollafirði, Fuglafirði og so framvegis við 31 prosentum.

Fyrsta ársfjórðing í ár var miðalprísurin á bústaðahandlum hesin:

Tórshavn: 2.131.166 krónur

Størri bygdir: 733.363 krónur

Smærri bygdir: 1.046.467 krónur

Uppgerðin er grundað á 75 bústaðahandlar, sum vórðu gjørdir í Føroyum fyrsta ársfjórðing í ár. Ein orsøk til, at upphæddin í størru bygdunum er so lítil og væl undir upphæddini í smærru bygdunum er, at einans 9 handlar vórðu gjørdir í størri bygdunum hetta tíðarskeiðið.