Flugfélag Íslands boðaði í gjár frá, at felagið hevði hækkað prísirnar á nøkrum av innanlandsrutunum. Hækkingin er umleið seks prosent og ber millum annað í sær, at nú kostar tað 28.000 íslendskar krónur at flúgva úr Reykjavík eystur á Egilsstaðir og aftur. Árni Gunnarsson, stjóri, sigur við Morgunblaðið, at prísirnir eru hækkaðir, tí felagið noyðist rinda meiri fyri ymsar tænastur nú.