Dýrar útvísingar

Málverjin hjá H71 helt, at hann og liðfelagarnir av álvara høvdu møguleikan, áðrenn teir um miðjan seinna hálvleik vórðu raktir av fleiri útvísingum

hondbóltsprát

Tann H71-leikarin, sum kanska hevði sjónligasta leiklutin leygardagin, var málverjin á liðnum, Levi Nybo.
Fleiri ferðir royndi hann at halda lívinum í dystinum við nøkrum framúr bjargingum, men í seinasta enda var heldur ikki hetta nóg mikið, og ivaleyst mundu fleiri taka hálvgum synd í honum, tá hann í einum trimum førum hevði framúr bjargingar, sum tó allar endaðu í returbóltum til púra blankar strandingar.

Væl fyrireikaðir
Eftir dystin mátti Levi bara ásanna, at teir høvdu tapt fyri einum betri liði, og sjálvur helt hann so ikki, at teir kundu gjørt so nógv øðrvísi.
- Vit høvdu í øllum førum fyrireikað okkum væl, men kortini, so byrjaðu vit ikki dystin serliga væl. Tað skal tó eisini sigast, at Rasmus hevði fleiri góðar bjarginar fyrstu løtuna, soleðis at tað ikki eydnaðist okkum at skjóta neyðugu málini hesa løtuna.
Tað eydnaðist tó liðnum at koma aftur í dystin, og eitt skifti í seinna hálvleiki var høllin á gosi, tá H71 í lítla løtu hevði leiðsluna. Var nakað serligt, sum leikararnir høvdu avrátt í steðginum.
- Nei, tað haldi eg ikki. Vit trúðu alla tíðina uppá, at tað skuldi eydnast okkum at koma aftur í dystin, og vit hildu bara áfram at stríðast. Og eg haldi, at vit høvdu takið hasa løtuna, tá vit koma framum, men so fáa vit nakrar býttar útvísingar, sum gera tað alt ov trupult hjá okkum. Tá sleppa teir avstað aftur, og so høvdu vit ikki so nógv meira eftir, helt málverjin, sum aftur her mátti ásanna, at eitt gott persónligt avrik ikki altíð er nóg mikið hjá liðnum.