Dýrabarasta tilfeingið: Børn

Elin Henriksen
----

Tað tykist, sum tað umsíðir er gingið upp fyri fólki, at tað størsta vandamálið fyri tað føroyska samfelagið er minkandi fólkatal - eftir at ávarað hevur verið um hetta síðani kreppuna í 90-unum.
Sjálvandi skulu nýútbúgvin kunna fáa útgjald úr ALS, og sjálvandi skal alt, sum til ber, setast í verk fyri at fáa betri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og at fáa útbúgvin fólk aftur til landið. Og tað hevði ikki verið verri, um allar útbúgvingar vórðu havdar í huga, ikki einans akademiskar. Teimum er sjálvandi tørvur á, men tað skuldi helst ikki blivið í Føroyum sum í onkrum av grannalondunum, har stórt yvirskot er av akademikarum og samstundis enn størri tørvur á fólki við miðallongum og handverkaraútbúgvingum; umframt teimum listarligu.
Men í øllum tosinum um útbúgvin fólk tykist tað viðhvørt, sum ein stórur og týðandi bólkur dettur burturímillum: stakir uppihaldarar. Tað tykist, sum tey, ið sita við valdi og ábyrgd, halda seg til ta áskoðan, at um tey bara lata eyguni aftur fyri støðuni hjá støkum uppihaldarum, so hvørva teir. Og tað er júst tað, sum hendir og kann henda í enn størri mun.
Stakir uppihaldarar eru líka so fjølbroyttur bólkur sum samfelagið sum heild. Hann fevnir um allar bólkar, frá blaðungum, sum skulu undir útbúgving ella út í arbeiðslívið, til fólk við miðal og longum útbúgvingum, við ella uttan starv. Og umframt tað, sum hvør einstakur stakur uppihaldari hevur at geva, so fylgja børnini við. Tey gera stóran mun, nú barnatalið minkar í stórum.
Tí átti einki at verið meira sjálvsagt, enn at tey, sum sita við valdi og ábyrgd, gjørdu alt tað, tey vóru ment, fyri at fáa stakar uppihaldarar at støðast í Føroyum og til at flyta heimaftur. Men so er ikki. Vánirnar at liva eitt hampiligt lív hjá støkum uppihaldarum og børnum teirra eru alt annað enn góðar. Nógvir stakir uppihaldarar eru bundnir av hjálp frá foreldrum ella aðrari familju, ikki bara stutta tíð eins og nógv ung eru, men líka til børnini verða vaksin. Og hevur tú ikki foreldur ella aðra familju, sum kunnu hjálpa, ella kanst tú av eini ella aðrari orsøk ikki taka ímóti tí hjálpini, so er bara møguligt at yvirliva í Føroyum í fátækadømi. Ikki bara lutfalsligum, men veruligum. Onkur undantøk eru, treyðugt so; til eru eisini stakir uppihaldarar, sum fáa stjóraløn ella arva eini hús.
Serliga hjá støkum uppihaldarum skal ein ófatiliga sterk tráan eftir at búgva í Føroyum til, um teir ikki heldur skulu velja at fara av landinum ella lata vera við at koma heimaftur aftan á lokna útbúgving. Sjálv var eg t.d. í teirri støðu, tá ið eg flutti aftur til Føroya, at skiftið frá at vera arbeiðsleys í Danmark til eitt leiðarastarv í Føroyum hevði við sær, at tann tøka inntøkan minkaði við fleiri túsund krónum um mánaðin. Og tá kundi eg enntá flyta inn í kjallaran hjá foreldrunum. Fyri ikki um at tala, um eg skuldi samanborið við eitt lønt starv uttanlands.
Í løgmansrøðuni í ár segði løgmaður, at "skatturin á lønum (var) vorðin alt ov høgur, samanborin við tey lond, ið vit kappast við. Fyri fólk, sum hava nomið sær longri útbúgving, merkti hetta, at tey við somu inntøku høvdu havt upp í fleiri túsund krónur meira aftan á skatt, um tey búðu í Danmark heldur enn í Føroyum. Tí framdi samgongan eina skattaumskipan 1. januar í ár." So tað var grundgevingin fyri at geva teimum ríku stóran skattalætta, meðan tey við lágum og miðal inntøkum lítlan og ongan skattalætta fingu.
Tað verður ikki hildið at vera góður siður beinleiðis at gera mismun á fólki. Tí er neyðugt nú at rópa tað út bæði hart og týðiliga: Allir stakir uppihaldarar hava somuleiðis upp í fleiri túsund krónur meira aftan á skatt, um teir búgva í Danmark heldur enn í Føroyum.
Hóast ósamd, so ber tað um ikki annað til at skilja hugsunarháttin, sum liggur aftan fyri avgerðina um at geva teimum ríku skattalætta, um tað nú veruliga eisini varð gjørt fyri at fáa fólk við longri útbúgving aftur til Føroya. Men so má henda sama grundgeving sjálvandi eisini vera galdandi fyri tiltøk, sum nú fara at verða sett í verk fyri at fáa stakar uppihaldarar at kunna verða verandi ella flyta heimaftur: tøkar leiguíbúðir, leiguískoyti, barnaískoyti, tryggjaða inntøku undir útbúgving, frípláss á dagstovni o.s.fr.
Skal nøkur framtíð vera lagað tí føroyska samfelagnum, so mugu útbúgvin fólk flyta aftur til Føroya. Men enn meira átrokandi er, at stakir uppihaldarar verða verandi ella flyta heimaftur. Tí felags fyri allar stakar uppihaldarar er, at teir longu eiga tað allardýrabarasta tilfeingið, sum tí føroyska samfelagnum tørvar meira enn nakað annað: børn!