Dýrabærir dropar bíða

Framtíðin hjá Dan-mark sum olju-tjóð er treytað av nýggjari tøkni til at útvinna seinastu oljugoymslurnar í Norðsjónum, stað-festir formaðurin í Danish Offshore Industry, Kai B. Olsen

OLJUTØKNI

 

– Eydnast tað at menna eina effektiva tøkni til at útvinna seinastu oljugoymslurnar í Norðsjónun, kann fram-leiðsl-an halda ótarnað fram næstu 30 til 40 árini. Men tað treytar so aftur, at vit fáa neyðugu arbeiðsmegina, sigur Kai B. Olsen, for-maður í størsta danska sam-takinum fyri oljufram-leið-arar, Danish Offshore Industry.

Harvið tekur Kai B. Olsen samanum tvær tær størstu avbjóðingarnar hjá donsku oljuvinnuni í løtuni: Trotið á arbeiðsmegi og tørv--urin á at hækka út--vinn-ingsprosentið av olju--goymsl--unum.

Nýgg krøv til tøkni

Í løtuni verða bert á leið 27 prosent av oljugoymslunum í Norðsjónum gagnnýtt til framleiðslu. Eydnast tað at økja hetta talið við bert tveimum prosentum, ber til at halda á at framleiða olju úr verandi brunnum heilt fram til 2040-50 við eyka inn-tøkum á einar 50 milli-ardir.

Tað eru útlit sum hesi, ið hava sannført formannin í Danish Offshore Industry, Kai B. Olsen, um, at ein tann fremsta uppgávan hjá donsku oljuvinnuni í løtuni er at gera íløgur í framtíðar oljutøkni.

– Eg eri rættiliga sann-førdur um, at við røttu tøknini ber til at útvinna meir enn 70 prosent av olju-goymslunum í Norð-sjónum. Hugsa vit so hartil um, at 76 prosent av yvir-skotinum á danska gjalds-javnanum stava frá olju-vinn-uni, hevur tað jú ovur-honds stóran týdn-ing, at vit gagnnýta oljuna so væl, sum gjørligt, sigur Kai B. Olsen.

Hann leggur afturat, at menningin av nýggjari tøkni eisini verður avger-andi fyri, hvussu Danmark fer at standa seg í altjóða kappingini innan olju-vinnuna.

– Framrokningar vísa, at komandi 50 til 60 árini stava 80 prosent av orku-nýtsluni í heiminum fram-vegis frá olju. Ein vaksandi partur av hesi oljuni er at finna í illa atkomiligum økj-um, sum krevja eina øðrvísi og meir framkomna tøkni, enn hana vit brúka í dag, sigur Kai B. Olsen, og sipar millum annað til økini kring Grønland og Føroyar.

– Eg ivist onga løtu í, at tað fer at verða eftir-spurn-ingurin eftir slíkari fram-komnari oljutøkni, sum kann seta Danmark í eina lyklastøðu innan framtíðar oljuvinnu. Tí ræður um satsa munandi meir uppá gransking og útbúgving longu nú, tí oljuheimurin fer ikki at bíða eftir okkum, staðfestir formaðurin í Danish Offshore Industry.

Missa ordrar

Longu sum er, útflytir Dan-mark nógva vitan og tøkni innan olju- og gass fram-leiðslu, men sambært Kai B. Olsen kundi talan verið um munandi meir útflutning av hesum slag.

- Oljufyritøkur her í Esbjerg missa hvørja viku stórar ordrar frá útlandinum, tí trotið á kvalifiseraðari arbeiðsmegi í vinnuni er so ovurhonds stórt. Tí fer ein náðileys raðfesting fram, har avtalur við gamlar kund-ar verða hildnar, áðrenn nýggjar við aðrar verða gjørd--ar. Úrslitið er ein ávísur stígur í vinnuni, sum kann gerast vanlukkul-igur, um ikki vend kemur í, sigur Kai B. Olsen.

Sjálvur starvast hann dagliga sum marknaðar- og sølustjóri hjá Rambøll Oil & Gas, ið veitir tøkniliga ráðgeving til olju- og frá-landavinnuna, og eisini her merkja tey sviðan av ikki at hava nóg mikið av fólki. Her og nú tørvar Rambøll Oil & Gas út við 40 verk-frøðingar. Hartil er neyðugt at tvífalda starvs-fólkahópin, so hann telur 1200 innan tvey ár, um fyritøkan skal kunna loysa tær uppgávur, sum eru settar út í kortið.

– Vit hava tikið heilar árgangir av verkfrøðilesandi inn og givið teimum eftir-útbúgving innan oljutøkni, men tað nøktar ikki akutta tørvin. Tí leita vit nú mest eftir royndum verkfrøðing-um í útlandinum, men tað gera aðrar oljutjóðir eisini, so kappingini um arbeiðs-megi er beinhørð, sigur Kai B. Olsen, sum er sannførdur um, at einasta haldabæra loysnin er útbúgving av fleiri oljutøkningum.

Glóðheitur ídnaður

Hetta kann hinvegin gerast eitt drúgt tak, tí sambært Kai B. Olsen er tað onkurs-vegna eydnast skúlamynd-ugleikunum at sannføra næm-ingar um, at lítil og ongin framtíð er í donsku oljuvinnuni. Hann vísir á, at hetta er ein pástandur, sum er tikin úr sínum sam-an-hangi, tí einasta grund-gev-ingin er illa atkomuligu oljugoymslurnar.

– Men tað er jú netupp orsøkin til, at tað hevur so stóran týdning at útbúgva fólk innan nýggja oljutøkni. Tað harmar meg stórliga, at skúlapolitisku myndug-leik-arnir ikki geva sær far um hendan samanhangin, tí um teir fáa sín boðskap ígjøg-num, fær Danmark afturfyri eitt stórt tómt hol í komandi árgangum av væl-útbúnum oljutøkningum, sigur Kai B. Olsen.

Sum formaður í Danish Offshore Industry sær hann tað sum eina av sínum fremstu uppgávum í løtuni at vísa á hendan saman-hangin við millum annað at halda fyrilestrar á útbúgv-ingarstovunum og fundast við politikarar. Tí sambært Kai B. Olsen er onki sum bendir á, at tørvurin á fólki í oljuvinnuni fer at minka. Heldur hinvegin.

– Methøgu oljuprísirnir og ógvusligi eftirspurn-ing-urin hava gjørt oljuídnaðin glóðheitan, og onki bendir á, at hann fer at kólna í bræði. Tí kann tað væl hugs--ast, at trotið á arbeiðs-megi verður ein tann størsta av--bjóðingin hjá oljuvinnuni í altjóða høpi komandi árini, sigur formaðurin í Danish Offshore Industry, Kai B. Olsen.

 

 

-----------

 

 

FAKTA

Danish Offshore Industry er eitt samtak av 22 oljufyritøkum, sum umfata út við 80 prosent av samlaðu arbeiðsmegini í donsku olju- og gass vinnuni.

 

Aðaluppgávan hjá samtakinum er at varpa ljós á týdningin hjá donsku oljuvinnuni og stimbra útflutningin av danskari oljuvitan og –tøkni.