Dýr útvísing

Tað kostaði nógv, tá Kyndils-málverjin fekk eitt diskutabult reytt kort. Og so hevði Neistin ongar trupulleikar av at vinna grannauppgerðina

Neistin-Kyndil 31-25 (16-9):


Við útlitum fyri fjórða sigrinum á rað móti grannunum hevði Kyndil sítt at stríðast fyri, tá tær sunnudagin spældu móti Neistanum.

Neistin hevði hinvegin finaluplássið at spæla fyri, og fyrstu longu løtuna tóktist hetta viga nógv meira enn setningurin hjá Kyndli.

Í øllum førum var Neistin flúgvandi fyri steðgin. Kyndil hevði als ikki sama flog, sum liðið hevur havt í nógvum av dystunum síðani jól, og alt bendi á ein veruligan stórsigur til mest sum endurreista Neistaliðið.


Dýrt reytt kort

Tað er tó ein støða, sum verður í fokus, tá dysturin sunnudagin skal eftirmetast. Nevnliga reyða kortið, sum Guðrun í Lágabø fekk, tá lítið korter var farið av seinna hálvleiki.

Kyndil reistist nevnliga veruliga eftir steðgin. Kanska hildu tær bláu, at nú var sloppið, og tí høvdu tær ilt við at finna rætta gearið aftur. Og hinvegin hevði Kyndil so ongar ætlanir um at sleppa grannunum soleiðis uttan víðari.

Ein spruttandi Jacklin Durhuus gav bláu verjuni svárar trupulleikar, og tá viðspælararnir eisini fylgdu við, minkaði munurin millum liðini við fullari ferð. Efitr bara 10 minuttum var hesin komin niður í tvey mál, og tó at Neistin aftur økti, tá tær eina løtu spældu í yvirtali, var verulig tendring komin í dystin.

Vendipunktið kom, tá Neistin ætlaði sær í skjótálop. Guðrun var komin út úr málinum, men tá hon sá Anju Heinadóttir koma rennandi, steðgaði málverjin púrasta upp. Dómararnir mettu tó, at málverjin aktivt bremsaði mótspælaranum, og so varð ostaskorpan tikin úr lummanum. Og so kundi tað gera tað sama, at bæði málverjin og bonkurin harðliga mótmæltu avgerðini.


Ein setningur eftir

Fyrst og fremst, so kostaði hetta Kyndli fyrstavalið millum stólparnar. Annað var, at hetta samstundis tóktist køva spælihugin hjá liðnujm fullkomuliga. Við sjey málum á rað punkteraði Neistin allan spenning í dystinum, og nú er finalan eitt stórt fet nærri hjá teimum bláu.

Ein uppgáva er tó eftir. Komandi vikuskiftið skal Neistin inn á Skála at spæla móti StÍF í einum dysti, sum skal vinnast. Áður hava tær bláu havt sínar trupulleikar av StÍF, og tí eru tær fullgreiðar um, at hetta undir ongum umstøðum verður lætt.

Kyndil hevur tá enn ein fingur við í spælinum. Snávar Neistin, so er tað VB, sum kann taka yvir við einum sigri, tá tær vitja hjá júst Kyndli.


Fakta um dystin

Neistin-Kyndil 31-25 (16-9)

10 min: 4-2

20 min: 13-6

40 min: 18-16

50 min: 24-18

Málskjúttar

Neistin: Nicolera R. Hansen 7, Rakul Augustinussen 7(4), Anna Clementsen 7, Unn J. Kragesteen 4, Ása á Neystabø 4(1), Ása Christiansen 1

Kyndil: Jacklin Durhuus 7, Lina Andriulyte 4, Tordis Tróndarson 4, Randi Wardum 3(3), Hildur Høghamar 2, Barbara Egilstrøð 1, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1, Eyðritt Andreasen 1, Ragnhild á Plógv Hansen 1

Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 4

Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4

Diskvalifikatión: Kyndil 2 (Eitt beinleiðis reytt og eitt 3X2 minuttir)

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.