Fagraenni hevur landað 11.000 pund av kalva í Klaksvík. Fagraenni hevur í morgun landað 11.000 pund av kalva á NFCS í Klaksvík, sum teir hava fingið vestan fyri Føroyar eftir at hava roynt í tíggju dagar, skrivar Norðlýsið.
Blaðið veit eisini at siga, at kalvaprísurin liggur um 80 krónur fyri kilo.
Umframt tey 11.000 pundini av kalva hevði Fagraenni góð 8.000 pund av longu, skøtu og hávi.