Útrokningar hjá myndugleikunum í Haiti vísa, at landinum tørvar 11,5 milliardir dollarar til at endurbyggja tað, sum fór í jarðskjálvtanum í januar. Skjálvtin gjørdi serliga stóran skaða í høvuðsstaðnum Port-au-Prince.
Tað er greitt, at landið var als ikki fyrireikað til eina so álvarssama náttúruvanlukku, og tað var ein meginorsøk til, at skjálvtin kostaði meiri venn 220.000 mannalív, skrivar AP.
Stjórnin í Haiti sigur, at fyrst ræður um at tryggja teimum umleið 218.000 heimleysu okkurt at búgva í. Tey hava búð í tjøldum síðani skjálvtan 12. januar.