HM-fótbóltur
Tað er einki at siga til, um írar í dag iðra seg um tapið fyri Spania.
Eftir at Spania hevði hevt yvirvág størsta partin av dystinum, og uppiborið var á odda við einum máli, hevði Írland nevnliga allar møguleikar at avgera dystin til egnan fyrimun.
Spanski venjarin, Camacho, hevði enntá verið so arrogantur, at hann í seinna hálvleiki hevði tikið bæði Raul og Morientes av vøllinum, fyri at spara teir til fjórðingsfinalurnar, og hetta kundi kostað teimum dýrt.
Írland sendi nógv fólk fram í royndunum at javna, og tvær ferðir kastaði hetta brotsspark av sær. Fyrru ferðina misnýtti Ian Herte tó royndina úr ellivu metrum, men tá Robbie Keana javnaði í evsta minutti av vanligu leiktíðini, gjørdist neyðugt við umdysti.
Hesin gav einki mál, og tí mátti farast til brotssparkskapping, og her gjørdits Iker Casillas stóra hetjan. Í vanligu leiktíðini hevði hann bjargað einum brotssparki, og í brotssparkskappingini tók hann tvey afturat, umframt at eitt fór á tvørstongina, og so gjørdi tað minni, at spaniólar tvær reisur á rað sendu við síðuna av málinum. Spania kom kortini millum tey átta seinastu.
Spania-Írland 4-3 eftir brotsspørk. 1-1 (1-0) í vanligu leiktíðini
1-0: Fernando Morientes, 8
1-1: Robbie Keane (br.), 90
1-2: Robbie Kene (br.), 120
2-2: Fernando Hierro (br.), 120
3-2: Ruben Baraja (br.), 120
3-3: Steve Finnan (br.), 120
4-3: Gaizka Mendieta (br.), 120