Fróðskaparsetrið hevur skrivað út ritgerðarkapping, har sóknast verður eftir siðum, sum hava dóp og navngeving at gera
Sóknast verður eftir lýsingum av siðum í sambandi við at børn verða doypt ella navngivin. Siðir bæði í eldri tíð og okkara tíð hava áhuga. Hvussu nógv tann skrivandi viðger øðrumegin eldri og hinumegin nýggjari siðir, ger tann skrivandi sjálv/ur av. Nýggir siðir og gamlir siðir hava eins stóran áhuga, Millum møguligar spurningar at viðgera kunnu nevnast: Hvussu verður atborið, tá ið navn verður valt barninum? Uppkallingarsiðir ella ikki? Hvussu gamalt er barnið, tá ið tað fær navn ella verður doypt? Er navnið loyniligt fram til ta avgerandi løtuna? Hvussu er hátíðarhaldið ella hendingin sjálv? Hvørjir persónar eru týdningarmiklir í hesum sambandi? Hvussu stórur partur av familjuni er við í hesum? Hvussu eru siðirnir í sambandi við (døgurða)veitslu eftir, at barnið er navngivið ella doypt? Aðrir siðir í hesum sambandi?
Tað eru sum so ikki nøkur formlig krøv til ritgerðina, men væntað verður, at fólk greiða frá slíkum, sum tey annaðhvørt sjálvi hava verið við til ella hoyrt onnur, td. foreldur, ommur og abbar greitt frá. Ritgerðirnar vera ikki dømdar eftir skaldsligu dygdunum, men eftir sjálvum innihaldinum, tvs. hvørjum og hvussu tað verður greitt frá teimum ymsu siðunum í sambandi við dóp og navnagávu.
Freistin at lata inn tilfar til kappingina er 15. februar 2005. Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við Fróðskaparsetrið, um okkurt er at spyrja um, annaðhvørt skrivliga ella við at ringja. Bústaðurin er: Setursskrivstovan, J. C. Svabos gøta 14, tlf. 35 25 00. Eisini ber til at senda teldubræv á setur@setur.fo
Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomna tilfarið og virðislønir verða latnar fyri bestu úrslitini.
Fróðskaparsetrið hevur tey seinastu fleiri enn 30 árini skipað fyri ritgerðakappingum. Seinasta kappingin var um »skiftissiðir í sambandi við at gentur og dreingir gerast vaksin«. Inn komu 3 handrit, og fingu høvundarnir bókagávu frá Fróðskaparsetrinum sum takk fyri luttøkuna.