Dýnuprinsur verður sushi-kongur

- Sushi fer at veksa meiri og meiri tey næstu nógvu árini, sigur ein optimistiskur, Jacob Brunsborg, sum er sonur Lars Larsen. Sonur Lars Larsen, sum mong kenna undir navninum Dýnu-Lars, stendur nú aftanfyri eina nýggja matstovuketu, ið selir bíligt sushi, sum er evnað til av robottum.

Navnið á manninum er Jacob Brunsborg og Jysk-arvingurin, sum hann eisini verður róptur, ætlar, at sushi-ketan skal gerast landsumfatandi í Danmark, eins og hann eisini hevur ætlanir á altjóða marknaðinum.

Jacob Brunsborg verður sagdur at eiga pengar, og hann er formaður í nevndini aftanfyri felagið, Don & Don DK Aps, sum í seinastu hevur latið upp fimm sushi-matstovur í Keypmannahavn.

Í mars letur hann upp matstovu nummar seks, og ætlanin er, at fleiri og fleiri matstovur skulu latast upp, sum tíðin gongur.

- Sushi fer at veksa meiri og meiri tey næstu nógvu árini, sigur ein optimistiskur, Jacob Brunsborg.

Í fyrsta umfari ætlar hann, at 10-12 sushi-matstovur í høvuðsstaðarøkinum í Keypmannahavn skulu verða við í ketuni. Síðan kemur túrurin til onnur økir í Danmark, og hann ætlar sær eisini til Noregs og Svøríkis, um gongdin verður soleiðis, sum hann hugsar sær hana.