“Dønninger” í Smiðjuni

Fríggjadagin 12. juni kl. 14 letur framsýningin “Dønninger” hjá listakvinnuni Kirsten Mørup Jeppesen upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Kirsten, sum er búsitandi í Helsinge í Danmark, er hálvføroysk, mamman er føroysk, Alma, dóttir Hans Nielsen, úr Kvívík. Hetta er sjeyndu ferð, at Kirsten sýnir fram í Smiðjuni.


Seinastu nógvu árini hevur Kirsten málað. Fyrst vóru tað mest alvarellir, men seinnu árini hevur hon málað nógvar oljumálningar, umframt at hon ger ymiskt annað. Á framsýningini eru umleið 40 oljumálningar.


Framsýningin verður opin til og við týsdagin 16. juni, allar dagar frá kl. 14 – 20.