Dánjal vitjar í Vanløse

Dánjal, sum bólkurin hjá Dánjal á Neystabø eitur, spælir í Vanløse fríggjakvøldið. Konsertin verður í mentanarhúsinum Vanløse kulturhus, sum vil vera við, at talan er um einastu konsertina við Dánjal í Keypmannahavn í vár.

 

Dánjal spældi herfyri fyri fullum húsum í Føroyahúsinum og bólkurin var ógvuliga væl upplagdur. Stutt fyri jól í fjør var Dánjal í uppskoti til Danish Music Awards í bólkinum Ársins Danska World Album. Hann vann tó ikki, men fløgan The Palace hevur kortini fingið ógvuliga góð ummæli.

 

Síðani útgávuna hevur Dánjal á Neystabø eisini gjørt nýtt tilfar, og møguliga fer hann eisini at spæla nakað av hesum í Vanløse fríggjakvøldið, har konsertin byrjar klokkan 20.30.