Dánjal á Lakjuni og ÍF taptu í dag 3-0 fyri NSÍ í 9. umfari í Effo-deildini. Úrslitið hevur við sær, at ÍF liggur aftasta plássið, nú ein triðingur er farin av kappingini.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna við Dánjal á Lakjuni
- Sjálvandi er stemningurin ikki góður, tá tú hevur tapt við trimum. Vit liggja niðast og tað koma vit eisini at gera aftaná hetta umfarið. Tað er ein ring kensla, sigur Dánjal á Lakjuni.
Les eisini: (Video) Samandráttur NSÍ-ÍF 3-0
NSÍ var rímiliga greitt omaná leikliga og vann helst eisini uppiborið, men Dánjal á Lakjuni heldur eisini, at ÍF ger ov nógvar villur og raka annars ikki málið nóg væl. Hann fór sjálvur av vøllinum aftaná ein tíma.
- Eg fari í ein rennidyst og tað prikaði í lærinum og tí mátti eg bara út, sigur Dánjal á Lakjuni.
NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Jann Benjaminsen
2-0: Jann Benjaminsen
3-0: Klæmint A. Olsen
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen - Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen - Klæmint A. Olsen
ÍF: Henrik Lindhardt Jensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andreas Gaardbo, Ndende, Sámal Jákup Joensen - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen - Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen, Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni