Dánjal við nýggjari fløgu

Dánjal við nýggjari fløgu

Í dag kemur nýggja fløgan hjá Dánjal á føroyska marknaðin.

Í framhaldi av væleydnaðu og av Danish Music Award nomineraðu debutútgávuni, The Palace, kemur nú nýggja fløgan, The Bubble.

The Bubble kemur á føroyska marknaðin í dag og á evropeiska marknaðin 1 feb. 2012.

Plátufeløg eru: TUTL, danska plátufelagið Math Records og týska plátufelagið Peregrina Music.

Maðurin handan bólkin ”Dánjal” er Dánjal á Neystabø. Her heima í Føroyum kenna vit Dánjal m.a. frá bólkinum Tangz og frá Ævintýraferðini.

Dánjal á Neystabø hevur staðið aftanfyri nógvar ”heimligar” sangperlur, t.d. Grækaris Grashøvd, Johnny Boy, Snedigt, Undir somu dýnu osfr. Men sjálvsagt eisini løgini og tekstirnir á fløguni ”Palace”.

Men seinastu árini hevur høvuðsvirkið hjá Dánjali verið á tónleikapallum uttanlands – hetta hevur verið bæði avbjóðandi og mennandi. Men tað er altíð nakað serligt at senda eina fløgu á føroyska marknaðin.

Síðani bólkurin, Dánjal, varð stovnaður fyri fýra árum síðani, hevur hann verið sera virkin, og seinastu tvey árini hevur Dánjal á Neystabø virkað sum tónleikari burturav. Serliga hevur bólkurin spælt nógv í Týsklandi, har móttøkan eisini hevur verið sera góð.

Við einum plátufelagi í rygginum er tað nógv lættari at røkka týska marknaðin. Til dømis spældi Dánjal sum upphitingar orkestur fyri La Brass Banda í Munchen í Circus Krone fyri 4000 menniskjum.

Dánjal var í ár kosin at spæla showcase á WOMEX 11, World Music Export.

WOMEX er heimsins stórsta vinnustevna fyri heimstónleik við fleiri enn 10.000 umboðum og tónleika-keypmonnum úr øllum heiminum.

Showcasin eyðnaðist sera væl og mong týdningarmikil umboð fyri tónleikavinnuna úr øllum heiminum vóru har og lurtaðu. Hetta hevur havt við sær, at ljós bleiv varpað á bólkin ”Dánjal” og bólkurin samstarvar í løtuni við fólk og umboð innan booking, festivalar, miðlar og plátufeløg úr øllum Evropa.

Í sambandi við útgávuna av The Bubble fer Dánjal á turné í Danmark og Svøríki í tvær vikur, so gongur leiðin til Týsklands, Eysturíki og Schweiz í tríggjar vikur. Harumframt fer bólkurin til Oslo og Malmø seinni í vár.

Næsta summar spælir bólkurin á festivalum í Føroyum, Danmark, Týsklandi, Tjekkínum og í Svøríki. Dánjal fer eisini til Tessaloniki í Grikkalandi á WOMEX 12.