Dánjal ætlar sær oftari í fitness í 2020

- Eg gevi ongantíð nýggjárslyfti. Ætli eg mær okkurt, so seti eg tað í verk, sigur Dánjal Vang.

 

Dánjal Vang helt gamlaárskvøld heima í Fuglafirði í gjárkvøldi við einari góðari máltíð.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- Árið 2019 gekk sum heild væl. Tað, sum gekk minni væl, var, at mín flokkur á tingi kom ikki í samgongu eftir løgtingsvalið, sigur Dánjal Vang.

Hvørjar eru tínar vónir fyri 2020?

- Eg havi góðar vónir fyri 2020, og eg ætli mær at eta heilsugóðan mat og venja oftari í fitnesshølunum.

Dánjal Vang sigur, at hann í 2020 ætlar sær at vera ein góður, fittur og beinasamur maður mótvegis sínum næsta.

Hevur tú givið eitt nýggjárslyfti?

- Nei, tað havi eg ikki. Eg gevi ongantíð nýggjárslyfti. Ætli eg mær okkurt, so seti eg tað í verk, sigur Dánjal Vang í Fuglafirði.