Dánjal spælir í Århus í kvøld

Dánjal, sum herfyri spældi fyri fullum húsum í Vanløse Kulturhus, verður nú at hoyra í Århus. Saman við bólki sínum spælir Dánjal á Neystabø í Gyngen klokkan 21.30 í kvøld.

 

Tá Dánjal spældi í Vanløse var bólkurin ógvuliga væl upplagdur, og spældi eisini fleiri nýggj og forvitnislig løg. Fyri jól var Dánjal eisini í uppskoti til Danish Music Awards í bólkinum Ársins Danska World Album fyri fløguna The Palace, sum hevur fingið ógvuliga góð ummæli.