##med3##
Teir báðir neistabakkarnir, Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen hava fingið eitt satt gjøgnumbrot í føroyskum manshondbólti hetta árið, har teir hava gingið undan í málskjótingini hjá Neistanum.
Við 81 og og 72 málum liggja Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen á ávikavist triðja og sjeynda plássið á toppskjúttalistanum í Okkaradeildini, og tað hevur vakt ans uttanlands.
Dánjal Ragnarsson letur í samrøðu við FM1, væl at venjingini, men tað eru tey 21 málini hann høgdi inn í dreingir 18-finaluni í Faxe Kondi-kappingini í kvøld, sum fylti mest í huganum tá ið vit fingu orðið á hann í kvøld.
Trýst undir myndina ovast, og hoyr Dánjal Ragnarsson seta orð á dreymin um at spæla uttanlands - møguliga saman við Tróndi Mikkelsen
##med2##
Sí eisini: Shoot-out: 21 Dánjal-mál bastu H71 og teimum 18 Elias-málunum (myndir)











