Dánjal á Lakjuni til Íslands

Dánjal á Lakjuni fer komandi kappingarár at royna seg í íslendskum aðru deildarfótbólti. Hann hevur gjørt avtalu við felagið Leiknir.

 

- Eg havi sagt ja til at fara til Íslands komandi kappingarár, sigur Dánjal á Lakjuni við Sosialin, sum kemur út í morgin.

 

Dánjal hevur verið ein av drúgvu spælarunum á liðnum hjá ÍF seinnu árini. Hann hevur somuleiðis spælt á U21 landsliðnum.

 

- Eg fari til Íslands um tvær vikur, og tá skrivi eg endaliga undir, sigur Dánjal víðari.

 

Dánjal leggur afturat, at hann fegin vil royna okkurt nýtt, og tí hevur hann tikið av møguleikanum.