Dánjal á Lakjuni: spennandi avbjóðing í Íslandi

Fyrrverandi ÌF-miðvallarin, Dánjal á Lakjuni angrar ikki, at hann skifti ÍF um við eitt lið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

- Leiknir er eitt familjufelag, og samanhaldið er gott, greiðir Dánjal frá, sum eisini letur væl at liðfeløgunum.

 

Dánjal á Lakjuni fer saman við liðfeløgunum í Leiknum at stríðast fyri at vinna sær uppflyting í ta fremstu íslendsku fótbóltsdeildina.

 

Ein samrøða varð við Dánjal á Lakjuni í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld. Samrøðan kann hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.