Dánjal Jákup tók øll av bóli

Leygardagin skipaði ÍSB fyri árligu jólakappingini

Jólakapping


13 svimjarar og 36 bocciaspælarar úr øllum landinum vóru komin til Havnar í illveðrinum at royna seg.

Svimjikappingin var í Eysturskúlanum, og eftir kappingina vórðu Durita Strøm úr Havn og Símun Petur Zachariasen úr Klaksvík kosin til bestu svimjarar í kappingini. Beinta Sørinsen av Viðareiði, ið hevur tikið seg nógv fram, varð kosin til ársins stjørnuskot.


10 ára ganli strandingurin vann

Seinni um dagin varð kappast í boccia. Kappingin var í tveimum flokkum ? menningartarnað og rørslutarnað kappaðust hvør sær.

Elvin Weihe úr Runavík, sum er støðugasti bocciaspælarin í landinum, vann kappingina fyri menningartarnað. Unga havnargentan, Esther Maria Poulsen, gjørdist heldur óvæntað nummar tvey, og kappingarhugaði Theodor Esmar Hansen úr Kollafirði gjørdist nummar trý.

Bocciakappingin fyri rørslutarnað varð sera spennandi. Hetta var kapping á høgum støði, og teir báðir norðurlendsku meistararnir, Jógvan Telling og Áki Joensen, vóru millum luttakararnar, og vórðu teir sjálvsagt roknaðir sum favorittar at vinna kappingina.

Tá ið kappingin var lokin, stóðu dómararnir tó sum kánus. Vinnari av kappingini gjørdist 10 ára gamli strandingurin, Dánjal Jákup, sum bert hevur vant í slakar tríggjar mánaðir. Ein sjáldsama gávaður drongur!

Á øðrum plássi endaði Hjallgrímur úr Vestmanna, sum hevur gjørt sera stór framstig seinasta árið, meðan føroyameistarin, Jóannes Ziska, gjørdist nummar trý.