Dánjal hevur útgávukonsert í Reinsarínum

Dánjal hevur útgávukonsert í Reinsarínum. Í gjár var konsert á Seglloftinum, og konsertin og upplivilsið kann viðmælast. Konsertin á Seglloftinum var eitt upplivilsi, og er tónleikurin og framførslan ein alheimur fyri seg, ið verdur er at uppliva. Og hóast seinkað, og hóast fleiri áhoyrarar kundu verið til staðar, so fekk fjøldin, ið var til møtt upp, eitt upplivilsi, ið var 100%. Fyrsta útgávukonsertin boðar frá góðum, og konsertferðin heldur fram í kvøld í Havn.

 

Í samandi við, at Dánjal á Neystabøð júst hevur givið fløguna The Palace út, er hann á turné í Føroyum. Bólkurin ?Dánjal? er nýliga afturkomin av sera væleyðnaðari konsert ferð í Týsklandi. Allastaðni bólkurin hevur verið hava tey verið sera væl móttikin og ummælini hava verið sera positiv.

Í kvøld verður seinasta konsertin í Føroyum á hesum sinni, og hon verður í Reinsarínum í Havn klokkan 21.00.

Ummæli:

?... tað var ein framúrskarandi og íblástrarvekjandi uppliving. Hann byrjaði sera innarliga og pent, og megnaði at rúnarbinda áhoyrarnar alla konsertina. Meira av hesum. Takk.? - Petur Pólson

 

?...the faroese artist, with his exceptional voice - the best on the whole festival - has a fascinating mixture of Folk, Tango and Balkan.? - St. Galler Tagblatt, Michael Hasler

 

Á konsertunum verða nøkur remix eisini at hoyra, sum 6 feitir plátuvendarar hava gjørt av løgum á nýggju fløguni, The Palace. Aftaná konsertini verður DJ event, við DJ frá Undirbeat...