Dánjal Hentze av Sandi

Minningarorð

Havi við andakt sitið og lurta eftir Jógvani Fríðriksyni, saman við so mongum øðrum. Farið her at minnast mín góða vin og trímenning Dánjal Hentze, íð bleiv tikin heim bert 58 ára gamal.


Dánjal bleiv borðin í heim á Dronning Alexandrines Hospital 29. oktobur 1949. Hann var sonur Marsonnu Hentze, fødd Johannesen úr Funningi, og Martin Hentze av Sandi. Mammur ogara (okkara) vóru syskinabørn og allar bestu vinkonur, tí komu vit at vaksa upp í sera góðum vinarlag.


Um Dánjal er at siga, at hann var ein raskur og fittur maður. Sum børn komu vit nógv saman, tað bleiv vitja fleiri ferðir um vikuna. Kanska tað var ein onnur tíð, men hon var sera góð.


Einaferð minnist eg at Dánjal og Páll skuldu sova uppi hjá ogum, sum teir onkuntíð gjørdu, hetta man hava verið síðst í 50-unum, áðrenn vit høvdu fingið elektrist ljós. Tað var ein slík stákan við ledningum og battaríum, teir fingust við, fittir sum teir vóru í hondum, og so, áðrenn vit vistu av, var ljós á kjálkanum. Hetta og mangt annað minnist eg um Dánjal og beiggjar hansara.


Dánjal er farin heim, hann var ein bygdamynd, og stórur er saknurin hjá grannum og vinfólkunum, hugsi um teg Kartin góði, tit vóru so væl. Serliga fara mínir tankar til tykkum syskini hjá Dánjali. Jógvan, Páll og tykkum báðar Julionnu og Marin, og ikki at gloyma tykkum børnini íð hann var so góður við.


Dánjal er farin heim, har eingin pína og sorg er. Hvíli hann í friði. við djúpastu samkenslu.


Anna Elisabeth.