Dánjal í Føroyahúsinum í kvøld

Dánjal á Neystabø fer saman við seks øðrum norðurlendskum tónleikarum at hava konsert í Føroyahúsinum í kvøld klokkan 21 Tey sum manna bólkin saman við Dánjali á Neystabø er Kim Nyberg(mandolin), Annika Jessen(klarinett), Stephan Sieben(Gittar), Ulrik Brohuus(trummur), Erik Olevik (bass)og Sidse Holte(sang ? percussion. Talan er um tónleikarar úr norðurlondum. Dánjal á Neystabø syngur og spælir klaver.

 

Talan hevur verið um eina sanna meldur-konsertrøð hjá Dánjali og hinum tónleikarunum í bólkinum. Tá tey fara á pallin í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn í kvøld klokkan 21 danska tíð, verður talan um tað áttandi konsertina hjá bólkinum uppá bara tríggjar dagar.