Dánjal buldrar á donskum bókasavni

Dánjal á Neystabø við bólki sínum, ið hann rópar Dánjal, fer at spæla á Hovedbiblioteket í Keypmannahavn í kvøld. Hetta ger hann í samband við ein pallborðsfund um umstøðurnar hjá mentanini í danska høvuðsstaðnum. Á fundinum spyrja tey, hví tað altíð verður skorið á mentanarøkinum, tá tað skal sparast. Og er tað meira umráðandi at byggja eina nýggja ítróttarhøll heldur enn eitt nýtt bókasavn?

 

Tað er DR-journalisturin Kurt Strand, sum fer at stýra kjakinum. Luttakararnir eru forkvinnan í Danska Sjónleikarafelagnum, Katja Holm, forkvinnan í Danska Rithøvundafelagnum, Lotte Garbers, borgarstjórin í Mentamálum í Keypmannahavn, Pia Allerslev og rithøvundurin og dirigenturin Peter Hanke.

 

Pallborðsfundurin endar við føroyska íkastinum til mentanarkjakið, har Dánjal spælir. Tiltakið byrjar klokkan sjey danska tíð og endar klokkan níggju, og er ókeypis.