- Tað eydnaðist Dániali Gomez Guðjónsson at syngja seg víðari í hálvfinaluna við sanginum Change the World hjá Eric Clapton. Tað skrivar føroyska ferðaliðið í tíðindaskrivi í dag.
So skal slagið standa í morgin, tá hann sum nr 20 skal á pallin trínur á pallin. Tá verður tað við sanginum All I want hjá Kodaline.
- Tíverri eydnaðist ikki Sofíu Juel Rasmussen at koma víðari, men hon stóð seg ótrúliga væl. Serliga seinni sangurin bleiv sera nógv umrøddur millum fjøldina, skrivar føroyska ferðaliðið
- Í kvøld byrjar kappingin aftur kl 23 føroyska tíð, og vit kunnu tryggja tykkum ein vælupplagdan Gomez uml. kl. 01.30 føroyska tíð.