Dánial Hansen skal spæla við B68

Ingolf Petersen og Aksel Højgaard skulu hjálpa Peturi Mohr við venjingini hjá B68, sum ikki fer at halda fram við somu útlendingunum

FYRIREIKINGAR: Hóast tað ikki gekk soleiðis, sum teir høvdu ætlað í ár, so hava teir í B68 ikki givið skarvin yvir. Teir eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Vit hava áður nevnt, at Petur Mohr skal vera venjari, og nú er tað greitt, at gomlu B68 spælararnir Ingolf Petersen og Akel Højgaard skulu hjálpa til við venjingini. Teir tríggir skulu taka sær av liðunum í 1. deild, 2. deild og unglingaliðnum. Kjartan Nesá, sum hevur verið hjálparvenjari í fleiri ár, hevur ynskt at sleppa undan hesi uppgávuni komandi ár.
Niclas Davidsen, formaður í B68, sigur, at tað er greitt, at Dánial Hansen skal spæla við B68 komandi kappingarár. Dánial, sum frammanundan bara hevði spælt við NSÍ, hevur í ár spælt við Skála. Eftir summarfrítíðina hevur hann verið nógv plágaður av skaðum, men tað verður heilt víst roknað við, at hann verður førur fyri at spæla við fullari ferð eftir ársskiftið. Dánial hevur verið brúktur í øllum ketunum ? síðuspælari, miðverji, miðvallari og álopsspælari.
B68 hevði í ár málverja úr Póllandi, danska álopsspælaran Anders Nygaard og brasiliumenninar Marlon Joreg og Messias Perreira. Tað er greitt, at eingin teirra verður á Toftum komandi ár.
? Vit arbeiða við øðrum møguleikum, men tað er ov tíðliga at siga nakað um hetta enn. Men tað er greitt, at vit fara at geva ungu monnunum hjá okkum sjálvum møguleikan. Unglingaliðið stóð seg væl fram ímóti kappingarenda, og tað verður mett, at fleiri teirra kunnu gera seg galdandi á besta liðnum, sigur Niclas Davidsen.