Dómurin í Marco Polo málinum staðfestur

Í gjár staðfesti Eystari Landsrættur dómin, ið Føroya Rættur fyrr í ár feldi yvir ein av eigarunum av matstovuni Marco Polo, fyri at hava sett eld á matstovuna

Eystari Landsrættur staðfesti í gjár dómin, ið Føroya Rættur fyrr í ár feldi yvir ein 28 ára mann, fyri at hava sett eld á matstovuna Marco Polo. Maðurin varð tá dømdur hálvtannað ára fongslu fyri brotsgerðina.


Ikki stolið pening

Í Føroya Rætti varð maðurin eisini dømdur fyri at hava stolið pening úr pengakassanum, ið lá goymdur í frystiboksini, tá hann var inni og setti eld á matstovuna, men Føroya Rættur helt ikki grundarlag vera fyri at døma mannin fyri hesa brotsgerðina, og tí varð hesin dómurin ikki staðfestur. Men tó er maðurin dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing. Tó verður tíðin, maðurin longu hevur sitið í varðhaldi, drigin frá dóminum, so tilsamans verður fongslingin stytt umleið tveir mánaðir.

Málið um eldsbrunan í Skáanum varð ikki viðgjørt í Eystara Landsrætti. Annars var frammi í Føroya Rætti, at tann 28 ára gamli hevði ávirkað ein annan til at seta eld á Skáan. Hesin er longu dømdur fyri í ósketni at vera komin til at seta eld á.

Lat upp í gjár

Kanska var tað lagnunar speisemi, at Marco Polo skuldi lata upp sama dag, sum endaligur dómur varð sagdur í málinum. Matstovan lat nevniliga upp aftur í gjár eftir drúgvar umvælingar. Eldsbrunin hevði nevniliga skaða fyri 1, 7 milliónir við sær.

Sum Sosialurin skilir, er tann 28 ára gamli maðurin, ið nú endaliga er dømdur fyri at hava sett eld á matstovuna, framvegis ein av teimum trimum eigarunum av Marco Polo.