Ein dómstólur í indiska býnum Bophal hevur dømt átta menn í sambandi við eiturvanlukkunaí býnum fyri 25 árum síðani.
BBC skrivar, at teir átta menninir vórðu dømdir fyri grovt ósketni, og at teir skulu í fongsul.
Eiturvanlukkan í Bophal stóðst av einum sera eitrandi leka á verksmiðjuni hjá Union Carbide. Umleið 40 tons av eitrandi evni lóku úr verksmiðjuni, og teir næstu dagarnar doyðu umleið 15.000 fólk í býnum.
Hetta er ikki tann fyrsti dómurin í sambandi við eiturvanlukkuna í Bophal. Indiski Hægstirættur hevuyr fyrr staðfest, at vanlukkan stóðst av gáloysni hjá leiðsluni í Union Carbide.