Dómur fellur mánadagin

Dómsviðgerðin í størsta rúsevnismáli í Føroya søgu var í gjár, og eftir meiri enn sjey tímar í rættarsalinum varð gjørt av, at dómur fellur seinnapartin mánadagin

Tey hava bíðað leingi, og tey sleppa at bíða nakað enn. Síðani 30 ára gamla kvinnan, 22 og 20 ára gamli maðurin vórðu handtikin í einum bili í Havn 1. desember í fjør, hava tey bíðað eftir avgerðini um, hvussu teirra framtíð kemur at síggja út.

Í gjár roknaðu tey við, at hetta fór at verða avklárað, men eftir góðar sjey tímar í rættarsalinum máttu tey ásanna, at tað ikki verður fyrr enn mánadagin í komandi viku, at dómur fellur.

– Eg tími ikki at bíða meir, segði 30 ára gamla kroysta kvinnan við gráturødd, tá dómarin spurdi hana, um hon ynskti at fáa málið avgreitt í gjár, ella um tað kundi útsetast eina viku. Dómarin gjørdi greitt, at av tí at talan var um so nógvar ákærur móti kvinnuni – tilsamans 34 –, so er tað bara til hennara fyrimun, um hon gekk við til at útseta málið. Alternativið var, at hann avsegði dómin seint mánadagin, og tað kom so ikki at vera til hennara fyrimun.

Og hóast kvinnan ongan iva lat vera um, at hon bara ynskir at fáa hetta út av verðini og avgreitt, so góðtók hon í samráð við verja sín at útseta málið til mánadagin 14. mai kl. 15.00.

Tá fær 22 ára gamli maðurin eisini sín dóm, meðan 20 ára gamli maðurin sleppur at bíða nakað longri. Hetta tí, at hann skal persónskannast av kriminalforsorgini fyri at staðfesta, um hann møguliga kann sleppa við treytaðum ella partvíst treytaðum dómi.