Dímun á DR

Í kvøld verður sending á DR1 um lívið á Dímun. Tað er væl umtókti verturin og ferðamaðurin, Søren Ryge, sum hevur verið á ferð í Dímun. Undir yvirskriftini: Ein familja, 1.000 seyðir, tríggir hundar og tveir hestar, fer Søren Ryge at greiða frá, hvussu lívið á Dímun er hjá húskinum, ið búleikast har. Sendingin verður send klokkan 19 á DR1, og hon verður endursend komandi mikudag klokkan 13.30.