Dómsnevndin meiri lagalig

Í staðin fyri tveir daga leikbannið, sum kappingarnevndin gav , so gjørdi dómsnevndin av, at Hans Fróði Hansen skuldi vera leikbannaður ein dag

Í gjár skrivaðu vit, at Hans Fróði Hansen var leikbannaður, tá ið B68 í gjárkvøldið skuldi spæla í Gøtu. Hans Fróði fekk reyða kortið næstsíðsta sunnudag, tá ið B68 hevði vitjan av FS Vágum, tí hann í misnøgd vísti dómaranum fingurin, sum tað verður tikið til. Kappingarnevndin boðaði B68 frá, at við støði í dómarafrágreiðingini høvdu teir gjørt av, at leikbannið skuldi ikki vera ein dag, sum tað annars plagar at vera eftir reyð kort, men tveir dagar.
Dómarafrágreiðingin segði, at spælarin hevði víst fingurin, tí hann ikki var samdur við linjuverjanum, ið dømdi hornaspark í staðin fyri málspark.
B68 kærdi avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina við áheitan um, at leikbannið varð ein og ikki tveir leikdagar.
Seinnapartin týsdagin gjørdi dómsnevndin av, at sektin skuldi vera ein og ikki tveir leikdagar. Tí varmøguleiki hjá Hans Fróða at spæla við B68 í Gøtu í gjárkvøldið.
Dómsnevndin grundaði sína avgerð á tað, sum B68 hevði víst á í síni kæru. B68 vísti á, at spælarin í frustratión bæði yvir gongdina hjá hansara liði og í hansara eygum upplagda skeiva avgerð hjá linjuverjanum, sum dømdi horna, hevði givið sína misnøgd til kennar á ein hátt, sum avgjørt ikki sømir seg.
Men B68 helt eisini, at tað átti at telja spælarunum til fyrimunar, at hann hvørki frammanundan ella aftaná á nakran hátt sýndi ósømiligan atburð. Víst varð eisini á, at verjuspælarin, sum á fjórða ári umboðar B68, ongantíð áður hevur verið útvístur í reyða troyggjuni.
Tá ið vit umrøddu dystirnar, sum vóru á skránni í gjárkvøldið, vistu vit ikki um kæruna. Men nú kunnu vit altso staðfesta, hvørja avgerð dómsnevndin tók í fyrradagin og harvið orsøkina til, at Hans Fróði Hansen var á vøllinum í Gøtu í gjárkvøldið.