Dómsmorð á Jógvan Thomsen

Hví fær dómsmorð (justitsmorð) frítt at virka í fjølmiðlunum fyri øll at skoða? Hvat billar samgongan sær inn? Tað var jú landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, ið byrjaði hetta dómsmorð – við vælsignilsi frá løgmanni.

Nú blussaði upp aftur í Vágaportalinum um Jógvan Thomsen stjóra í Skrásetingini og Fjarskiftiseftirlitinum, nýggjar ákærur, men óivað sama dagsskrá: at fremja dómsmorð á Jógvan Thomsen. Nú varð sagt, at Jógvan Thomsen loyniliga “bandar samrøður, sum hann hevur.” Og tað skal hann hava “gjørt í fleiri ár, sigur keldan hjá Vágaportalinum.”

Hvør kelda?
Henda sokallaða kelda sigst av Vágaportalinum at vera álítandi. Vit vita einki um hesa keldu, ella um hon er til. Hetta er so lætt sloppið, tí at keldur hava ávísan rætt til at vera dulnevndar, og standa tí ikki til svars fyri nakað, og Vágaportalurin, í hesum førinum, er bert boðberin og nýtist tískil heldur ikki at standa til svars fyri hesar skaðiligu leysasøgur. Gerið so væl øll somul, nú er loyvi at fremja dómsmorð – ein skal bert velja ímillum at vera boðberi ella kelda.

“The Power of Suggestion” - sterka ávirkanin av tilsipan
Jógvan Thomsen hevur stutt og greitt víst ákærunum aftur á Vágaportalinum. Trupuleikin er bara, at nú er ivin sáðaður, og nógv fólk fara at hugsa: ‘Sjálvandi vísir Jógvan ákærunum aftur, men er hann ósekur?’ Tað er eisini syrgiligi sannleikin. At vísa ákæruni aftur er ikki prógv fyri at vera ósekur, tí er skaðin gjørdur beinanvegin, og er hetta ov vánaligt, at tað fær loyvi at virka soleiðis. Tað er órættvíst, at bara Jógvan Thomsen skal standa til svars, meðan ósjónligir ákærarar vaska hendurnar í tí dulda. Og hvar er rættartrygdin hjá okkum, ið ikki hava politiskt vald ella aðra máttmikla ávirkan?

Okkara “fitti” løgmaður
Fyri at fyrru óreiðiligu ákærurnar frá Jóhan Dahl skuldi fáa frið at standa, mátti hetta fáa vælsignilsi frá hægri staði, nevniliga frá Kaj Leo Johannesen, Løgmanni, og hann var ikki seinur í vendiningini hesu ferð, men segði sín landsstýrismann at hava handla innan sínar heimildir. Hevur ein landsstýrismaður heimild til at føra fram falskar ákærur ímóti sínum embætisfólkum og soleiðis skaða teirra arbeiðsintegritet og framtíðarútlit innan embætismannaverkið? Eg haldi ikki, og tað meti eg heldur ikki, at Løgmaður veruliga heldur. Løgmaður er ov veikur og ov feikur; vildi bert fáa frið, leggja lok á málið og lata Jógvan kóka undir lokinum. Hetta er ikki tað, ein “fittur” ella rættvísur løgmaður ger. Hetta er eisini orsøkin til, at tað enn prutlar undir lokinum við nýggjum ákærum, tí Løgmaður vildi ikki gera tað trupla og rætta, nevniliga at kolldøma og sostatt enda slíkan ágang ímóti einum borgara, sum hann er løgmaður hjá.