Dómkirkjan lýsir

Nýggjasta góða lýsingarstaðið í Havn er eftir øllum at døma Dómkirkjan. – Kirkjan er ognin hjá okkum øllum, og tí hevði verið betri um lýsingarnar ikki vóru har, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur

Í løtuni verður Dómkirkjan umvæld, og tað verður hon eisini eina tíð fram. Og hvør tað er, sum hevur fingið arbeiðið, vita vit eisini, tí tað stendur stórt sligið upp á kirkjutorninum.

Bispur er onkursvegna eitt sindur kløkkur, tá hann fær at vita, at kirkjutornið verður nýtt til lýsingar.

- Eg má siga, at eg eri tikin eitt sindur á bóli. Men tað er eitt gott stað at lýsa, so mann skilur tað onkursvegna. Hinvegin má eg vísa á, at kirkjan er fyri okkum øll, og tí er tað onkursvegna óheppið, at onkur ávísur lýsir á kirkjuni.

- Tað er jú soleiðis, at onkur má sjálvandi gera arbeiðið, men at hasir eru valdir, merkir tað ikki, at øll hini ikki eru dugnalig. Kirkjan er ognin hjá okkum øllum, og tí hevði verið betri um lýsingarnar ikki vóru har, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

Hann leggur afturat, at tað er betri, um Guds hús hevur ein almennan og ikki oyramerktan politikk.