Hann varð róptur "Golden State Killer", og í dag hevur hann fingið sín dóm. Fyrrverandi løgreglumaðurin í USA, 74 ára gamli, Joseph DeAngelo, er dømdur til 11 leypandi lívstíðardómar, sum tað verður rópt.
Joseph DeAngelo er dømdur fyri 13 dráp og 13 neyðtøkur. Undir rættargongdini hevur hann viðgingið brotsgerðirnar, men hann hevur eisini sagt, at brotsgerðirnar, hann framdi, vóru nógv fleiri enn tær, hann nú er dømdur fyri.
Útlendskir miðlar skriva, at við at játta seg sekan í ákærunum sleppur Joseph DeAngelo undan møguligum deyðadómi. - Eg eri harmur um øll, eg havi meiðslað, segði hann, áðrenn fleirfaldi lívstíðardómurin varð sagdur.
Drápsmaðurin, sum varð handtikin í 2018, skakaði Kalifornia við drápum og neyðtøkum í sjeyti-og áttatiárunum. Undir rættargongdini segði "Golden State Killer", at hann í minsta lagi hevur framt 40 neyðtøkur aftrat teimum, hann er dømdur fyri.
Útlendskir miðlar skriva, at Joseph DeAngelo kundi ikki ákærast fyri tær neyðtøkur, hann sjálvur hevur víst á, tí tey málini eru fyrnað. Tilsamans snúgva brotsgerðirnar, sum hin nú 74 ára gamli hevur framt, um 87 lagnur í ellivu regiónum í Kalifornia.