Dómur
Eftir at hava hugsað seg um í tveir dagar samdust nevningarnir í býnum Philadelphia í amerikanska statinum Mississippi um, at tann 86 ára gamli Edgard Ray Killen var høvuðsmaðurin aftan fyri trý morð har í 1964.
Tað var tann 12. juni í 1964, at nakrir menn úr Ku Klux Klan burturfluttu teir tríggjar borgararættindastríðsmenninar James Chaney, Andrew Goodman og Michael Svhwerner. Hálvan annan mánað seinni vórðu lík teirra funnin. Tað sást, at teir høvdu fingið harðliga viðferð, áðrenn teir vórðu myrdir. Nevningarnir í Philadelphia komu til ta niðurstøðu, at tað var Edgar Ray Killen, sum gav boð um morðini.
Sambært AP kann Edgar Ray Killen fáa 60 ára fongsul - 20 ár fyri hvørt morðið.
Tilburðurin fyri 41 árum síðani gjørdist kendur um allan heimin við filminum "Mississippi Burning", ið hevði Gene Hackman í høvuðsleiklutinum.










