Føroyingurin hevur verið lesandi í Wrexham. Tvær ferðir hevur hann verið ov ágangandi móti granna sínum, eini kvinnu, sum eisini var lesandi.
Fyrstu ferð maðurin gjørdi seg inn á kvinnuna var í oktobur, tá hann fyrst kitlaði hana í nakkan og síðani legði hondina á lærið hjá kvinnuni. Hon gav honum greið boð, um at hatta var at fara um mark.
Ein mánað seinni, í novembur, legði hann aftur hondina á lærið á kvinnuni, hóast hon frammanundan hevði ávarað hann um hansara atburð.
Dómarin valdi at døma føroyingin tvær ferðir fýra vikur fongsulsrevsing, umframt 150 pund í bót, sum svarar til umleið 1200 krónur.
Maðurin er eftirlýstur í Wales, men er ikki handtikin. Ákærin væntar, at maðurin er farin aftur til Føroya og tí er lítið sannlíkt, at hann fer at sita dómin. Hann kann tó blíva fongslaður, um hann fer aftur til Bretlands.
- Maðurin hevur lítilsvirt umbønirnar hjá kvinnuni fleiri ferðir og var eisini báðu ferðirnar ávirkaður av rúsdrekka. Hetta hevur givið kvinnuni sálarligar løstir, segði dómarin.