Dømdu skeivan reiðara

Í 1992 fekk Henrik Johansen seks mánaða fongsul orsakað av vantandi trygd umborð á ferjuni "Scandinavian Star". Men hann hevði ikki ábyrgdina

Um náttina tann 7. apríl í 1990 kom eldur í ferjuna "Scandinavian Star", sum sigldi ímillum Oslo og Frederikshavn. Vanlukkan kravdi 159 mannalív. Tvey ár seinni bleiv danin Henrik Johansen dømdur seks mánaða fongsul, tí rætturin kom til ta niðurstøðu, at trygdin umborð var ikki í lagi, og tað hevði reiðarin ábyrgdina av.
Men nú hevur býarrætturin í Oslo gjørt av, at tað var ikki Henrik Johansen, sum hevði ábyrgdina av "Scandinavian Star", men heldur danski útgerðarmaðurin Niels-Erik Lund.
Avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í eldsbrunanum, kravdu í fjør, at málið skuldi takast uppaftur, tí eftir teirra tykki var tann veruligi ábyrgdarpersónurin sloppin undan revsing. Danski ríkisadvokaturin sýtti fyri at ganga kravinum á møti, men nú hava tey avvarðandi gjørt av at endurtaka áheitanina við støði í dóminum hjá býarrættinum í Oslo. Tey hava tí sent Lene Espersen, løgmálaráðharra áheitan um, at málið verður tikið uppaftur.
Tað vakti ans, at býarrætturin í Oslo av sínum eintingum gjørdi av at viðgera spurningin um eigaraviðurskiftini eina ferð afturat, og júst tí halda tey avvarðandi, at úrskurðurin hjá rættinum er sera týdningarmikil.
Enn hevur danski løgmálaráðharrin ikki tikið støðu til, um málið skal takast uppaftur.