Dømdir fyri hópdrápið í Srebrenica

Krígsbrotsmannadómstólurin í Bosnia dømdi í dag tveir fyrrverandi serbiskar hermenn 19 og 16 ára fongsul fyri teirra lut í hópdrápinum í Screbrenica í 1995.

Teir báðir menninir, sum vórðu tiknir í november í 2008, vóru yvirmenn í einari serbiskari herdeild, sum helt til í býnum Zvornik í Bosnia, og teir hjálptu serbiska herinum at taka muslimskar menn og dreingir í Screbrenica í juli í 1995.

Í døgunum aftaná vórðu umleið 8.000 muslimskir menn og dreingir tiknir av døgum í Screbrenica.